Námsætlan

Dirviðsringurin

 

Dirviðsringurin er ein hugburður ið Stropin roynir at fylgja. Hesin ringur inniheldur 4 partar, at hoyra til, at megna, at vera sjálvbjargin og hjálpsemi, hesir partar saman skapa ein dirviðsring. Ein heilur dirviðsringur tryggjar at barni er í javnvág og megnar at mennast á bestan hátt.

At hoyra til:

—  Vit vilja øll hoyra til felagsskapin

—  At hava eitt virði

—  Tað er brúk fyri tær

—  Vera góðtikin sum man er

—  Fáa umsorgan

—  Vera vístur áhugað

 

Hetta merkir at syrgja fyri at øll kenna “Stropan”, sum eitt gott stað at vera. Felagstiltøk skulu fremja kensluna av, at øll kunnu vera her.

At megna:

—  Øll vilja megna – siga eg kann

—  Øll vilja eydnast

—  At uppliva at tað ber til, soleiðis at vit vilja royna meir/læra meir

 

Hetta merkir at barni skal trúgva uppá síni egnu evni og vita at “eg megni” at gera ymiskt.

At vera sjálvbjargin

—  Eg kann sjálvur taka støðu

—  Ávirkan á egna tilveru

—  Vald á egna atferð

—  Fáa virðing frá øðrum

 

 

Hetta merkir, at barni sjálvt dugir, at loysa ymisk vandamál á lívsleiðini og hevur ræði á hvat tað er ført fyri.

At vera hjálpsamur

—  Eg havi eitt endamál

—  Eg kann gagna heiminum

—  Eg havi okkurt at bjóða

—  At kunna ávirka/hjálpa øðrum og seta seg í teirra støðu

—  Óbeinleiðis lærdómur? Tað eru ikki ting/ognir ið avgera virði á einum persóni

 

 

Síggja, hoyra og rúma

Uppgávan hjá tí vaksna er til eina og hvørja tíð at síggja, hoyra og rúma og viðurkenna barni – tann vaksni er tann sum skapar og tryggjar karmar um barni og gevur barninum umstøðurnar, sum gera tað møguligt hjá barninum, at ferðast trygt út í heimin at granska lívið

Virkisætlan

Persónliga menning

At arbeiða við barnsins fjølbroyttu persónligu menning er grundstøði, tað er grundleggjandi partur av barnsins møguleika fyri at læra.

Okkara útgangsstøðið er at barnsins samleiki, sjálvsfatan, sjálvsupplivan og sjálvsálit eru tíðandi partar fyri barnsins heildarmenning og møguleikum at ogna og læra seg nýggj ting. Vit vilja altíð royna at hava eina viðurkennandi námsfrøði. Hetta merkir at okkara tilgongdtil tað einstaka barni er:

“Tú ert góð/ur nokk sum tú ert, mær dámar teg um tú ert blíður, óður, keddur og so framvegis. Tú hevur týdning fyri meg og felagsskapin, og eg rúmi tær sum tú ert við øllum teimum kenslum tú hevur”

Mál

At skapa gróðrarlíkindi fyri menning av barnsins sjálvsvirði/sjálvsálit.

At skapa fjølbroyttar karmar og tilboð til ymiskt virksemi.

At skapa møguleikar fyri avbjóðingum so barnið kann “blóma” og læra seg nýggjar førleikar.

Tað merkir

At vit síggja og móttaka barni við opinleika og hita

Starvsfólki skal lurta royna at skilja og viðurkenna barnsins tørv, vilja og ætlan

Starvsfólki stuðlar barninum í ósemjum. T.d. við at seta orð á barnsins kenslur og stuðla tí í, at tað er í lagið at siga frá!

Starvsfólki skal rúma og geva pláss til tær kenslur barni hevur. T.d. er tað í lagið at verða kedd/ur tá ið foreldrini fara! Her skulu vit geva okkum tíð at lurta og troysta.

Vit vilja royna at hava samling har vit vilja skapa møguleikar fyri at tað einstaka barni verður hoyrt og venur seg at lurta og taka ímóti boðum.

At fara túrar, har barnið fær avbjóðingar, bróta mørk styrkja førleikar/vitan hetta økir um barnsins sjálvsvirði og sjálvsálit.

Tekin

Børn eru trygg og hava álit

Børn sum tora at siga sína meining

Børn sum tora at taka stig til

Børn sum taka samband

Børn sum flenna og trívast

 

Sosialir førleikar
Barni skal hava møguleikar at spæla, samarbeiða og loysa uppgávur saman við øðrum børnum. Samskifti og samspæl við onnur hevur stóran týdning fyri barni fyri at skapa nýggj sambond og menna egnar sosialar førleikar.

Mál

At skapa góðar møguleikar fyri børnini at spæla.

At arbeitt verður fyri at gera vinarløg, og í hesum sambandi verður dentur lagdur á umsorgan, virðing, samavgerð og samarbeiði.

Tað merkir

Vit vilja skapa góðar karmar fyri tí fría spælinum. Tað er í samspæli við onnur barni mennist. Í spælinum kann barni royna ymsar leiklutir,førleikar, hieraki o.l. og læra at handfara ósemjur/mótgang. Í spælinum avgerð barni sjálvt innihald og handling (samavgerð).

Vit vilja í samling læra børnini at bíða til tey eiga tørn, geva rúm fyri hvørjum øðrum, fáa felags upplivingar m.a. ígjøgnum sang og tónleik.

Vit vilja framhaldandi innrætta húsið so tað bjóðar til spæl og hugflog.

Vit vilja verja spæli sum er í gongd so tað verður órógva sum minst.

Vit vilja hjálpa barninum at vísa empati og umsorgan.

Tekin

Børn sum royna at samráðast og samarbeiða.

Børn sum taka samband/vinarløg.

Børn sum geva hvørjum øðrum rúm.

Børn sum duga betur at handfara ósemjur gjøgnum samtalu.

 

Kroppur og rørslur

Kroppur og rørslur eru amboð til at leggja heimin undir seg. At fáa vitan og innlit í hvussu kroppurin virkar, styrkir hjá kroppinum, møguleikar, hvønn týdning hann hevur fyri heilsu og vælveru, fáa børnini møguleika at fáa innlit í seg sjálvi og onnur menniskju. Børn hava eitt nátúrligt forvitni og hug at røra seg, og eisini kanna heimin við øllum sansum.

Mál

At børn fáa áhuga og fatan fyri sunnum og ósunnum lívsstíli t.v.s. mati, reinføri, rørslum o.ø..

At børnini vera tilvita um kroppin og at øll børn uppdaga gleðina við at brúka kroppin við fysiskum avbjóðingum.

Tað merkir

Vit vilja royna at vera nógv úti.

Vit vilja í námsfrøðiligum virksemi hava bæði fín/grovmotorik í huga.

Vit vilja lata børnini sjálvi vera virkin og luttakandi í tí dagliga.

Vit vilja spæla ymisk rørsluspøl.

Vit vilja gera rúm til at beistast í.

Vit vilja gera rúm fyri friðarligum spæli/hvíld.

Vit vilja í námsfrøðiligum virksemi stuðla undir barnsins sjálvbjargni.

Vit vilja tosa um og gera sunnan mat, gera myndatalvur um sunnan mat.

Vit vilja biðja børnini vaska hendur.

Tekin

Børnini brúka kroppin. Renna, hoppa, klatra o.s.fr.

Børnini vísa gleði yvir egnan kropp og hvat tey kunna.

Børn eru sjálvbjargin aldurssvarandi.

Børnini seta orð á sunnan og ósunnan mat.

 

Mentunarligir málburðir og virðir

Mentan er ein háttur at skilja seg sjálvan og umheimin uppá. Í list/mentunarligum tættum– bókmentum, film, sjónleik, tónleik, myndum o.s.fr. – møta vit  tulkingum av okkara tilveru. Fleiri mentunarlig tiltøk børnini møta, víðari verður teirra sjónarringur uppá umheimin, onnur menniskjur og seg sjálvt.

Mál

At børnini verða kunna um ymsa mentan fyri børn og við børnum og tilfar at skapa mentunarligt virksemi.

Tað merkir

Vit vilja hava fastar siðvenjur við høgtíðir, føðingardagar o.a..

Vit vilja tekna, klippa klistra o.a..

Vit vilja geva børnunum royndir við sjónleiki og at vitja bókasavn.

Tekin

At børnini vísa gleði við siðvenjur og kenna tær.

At børnini hugdýpa seg í virksemi.

At tey eldru børnini læra tey yngru.

 

Náttúra og náttúrufyribrigdi

Náttúra og náttúrufyribrigdi hava týdning fyri menningina hjá barninum. Upplivingar í náttúruni menna motorikkin, sansir, hugflog, forvitni og skapanarevnini.

Mál

At vit vera við til at skapa áhuga og tilvitan um náttúruna.

At børnini vera kunna um veður og vind og onnur náttúrufyribrygdi.

At tað verður gjørt eitt umhvørvi, sum gevur møguleikar at gera royndir og uppdaga gleðina við at vera í náttúruni.

At børnini fáa virðing og vitan um náttúruna, djór og plantur.

Tað merkir

Vit brúka náttúruna og siga frá um náttúruna.

At vísa á ymiskt,steinar, greinar, vatn, sand, blómur, berjarunnar, mold o.a.

Seta orð á veðrið, luftina o.a.

Vit vilja geva børnunum møguleika at sáa, planta, velta o.a.

Tey vaksnu skulu vera góðar fyrimyndir sum vísa gleði, áhuga og vitan um náttúruna, veðrið og útilív.

Tekin

At børnini vísa gleði/forvitni við at vera úti í náttúruni

At børnini vita hvussu vit fanga síl, reyðmaðkar o.a.

At børnini taka náttúruna heim við, grøs, blómur steinar o.a.

 

Samskifti

Málið er eitt amboð til at skilja seg sjálvan og onnur. Dugur ein málið, kann ein betur siga sínar meiningar, kenslur og tørv – og handla harfrá.

Kann ein samskifta rætt og fjøltáttað við orðum, keipum og kroppi, kann ein skilja og skapa samband við onnur.

Mál

At vit skapa møguleikar fyri at menna málið gjøgnum dagliga virksemi. Vit vilja skapa eitt avbjóðandi og skapandi umhvørvi, sum vekjur áhuga og forvitni hjá børnunum fyri bókstavum, tølum,teknum og symbolum.

Tað merkir

At vit hanga stavraðið og talrekkjur upp.

Vi samlast at syngja, navnaspøl,rím og skjaldur.

Vit vilja vera tilvitað um at tosa við børnini og ikki til tey

Vit vilja skapa karmar og møguleikar fyri samtalu millum børnini.

Vit vilja lesa søgur/ævintýr.

Tekin

At børn duga at tosa, fortelja og tekna.

At børn brúka sítt kropsmál.

 

Skapanarevni

Hugflog, skapanarevni eru týðandi amboð í lívinum. Evnini at vera nýskapandi, finna egnar loysnir og gera egnar royndir hoyra undir hesum.

Mál

Vit vilja skapa eitt umhvørvið har tað er loyvt og eggja verður til at hugsa “uttan fyri kassan”. Barni skal sleppa at finna egnar loysnir, royna nýggj ting og sleppa at forvitnast eftir ymiskum, ið hevur við lívið at gera.

Tað merkir

At vit ikki afturvísa uppskotum frá børnunum

Vit ikki altíð eru bundin av “rutinunum”

Tekin

At børnini sjálvi finna uppá nýggj spøl

At børnini tora at siga sína hugsan

At børnini eru “fleksibul”.

 

Fyri allar sjey bólkarnar er fylgjandi galdandi:

Dokomentation/eftirmeting

Hvør bólkur skal leypandi gera lutmál, rætta í virkseminum, tí broytingar kunnu vera eftir hvussu bólkarnir eru.

Dokumentatión kann verða gjørd við myndum, frásøgnum ella líknandi.

Eftirmeting verður gjørd á starvsfólkafundum, har niðurstøða verður gjørd fyri hvørt einstakt barn og hvussu bólkurin mennist.

Við árslok verður ein savna niðurstøða gjørd.